- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havsbrún um elprísir: Kappingarførið versnar
29.11.2013 - 16:59
Innlendis›Samfelag
Havsbrún um elprísir: Kappingarførið versnar
At SEV hevur samtykt at hækka prísin við fimm oyrum aftrat, merkir, at Havsbrún næsta ár skal rinda á leið hálva millón kr. meiri fyri streymin.

Kappingarførið hjá Havsbrún versnar upp aftur meiri, nú SEV hevur gjørt av at hækka elprísin hjá virkinum við fimm oyrum fyri kilowatttíman. Nú er munurin ímillum Havsbrún og eitt íslendskt virki millum sjey og átta miljónir kr. um árið, staðfestir stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen.
At SEV hevur samtykt at hækka prísin við fimm oyrum aftrat, merkir, at Havsbrún næsta ár skal rinda á leið hálva millión kr. meir fyri streymin. Hækkingin sum varð samtykt í dag, kemur oman á hækkingina í fjør, sum var seks oyru fyri kilowatttíman.
- Vit eru komin í eina ónda ringrás, har prísurin nú hækkar hvørt ár, og av tí sama versnar kappingarførið, sigur Odd Eliasen
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












