Fiskifrøðingur: Veiðutrýstið eftir toski má minka

Fiskifrøðingur: Veiðutrýstið eftir toski má minka
Vit kunnu gera okkurt við veiðutrýstið, men umhvørvið hava vit onga ávirkan á, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur
Toskastovnurin er søguliga illa fyri, sigur Havstovan. (Savnsmynd)
 
11.04.2024 - 16:30

Tað er einki annað at gera enn at minka veiðitrýstið eftir toski, um stovnurin skal koma fyri seg aftur.

Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, eftir at Havstovan hevur staðfest, at toskastovnurin er søguliga illa fyri. Tað eru í høvuðsheitum tvær orsøkir til, at stovnurin er minkaður so nógv.

Annað er sambært Havstovuni ov stórt veiðitrýst seinastu nógvu árini, og hitt er broytingar í havumhvørvinum. 

Tað ber til at gera nakað við veiðitrýstið, men umhvørvið hjá toskinum hava vit onga ávirkan á, staðfestir Petur Steingrund:

 

11042024_Steingrund_og_veidutryst

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542