Kanna aðra havn í Íslandi til Norrønu

29.11.2013 - 15:11
InnlendisSamfelag
Kanna aðra havn í Íslandi til Norrønu
Tað er serliga um veturin, at brúk er fyri at hava annan møguleika enn Seydisfjørð.

Í Íslandi skrivar blaðið Visir, at Smyril Line er farið at kanna aðrar havnarmøguleikar á Eysturlandinum til NORRØNU enn Seydisfjørð. Tað er serliga um veturin, at brúk er fyri at hava annan møguleika enn Seydisfjørð.


Ikki tí at havnaviðurskiftini aðrastaðni á Eysturlandinum eru betri, men tí at torført kann vera at koyra til og av Seydisfirði, serliga um veturin, tá kavi legst, og stóru trailararnir við tungum farmi skulu koyra fleiri hundrað metrar upp á Fjarðarheiðina fyri at koma víðari.


Visir skrivar, at Eskifjørður og Reyði-fjørður eru uppá tal, sum alternativ vetrarhavn hjá Norrønu.


Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line, váttar, at Smyril Line kannar málið, tí flutningurin til og frá Seydisfirði er so trupul um veturin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373