Eingin peningur at støðla næsta ár

09.12.2013 - 14:05
InnlendisSamfelag
Eingin peningur at støðla næsta ár
Næsta ár verða eingir pengar at støðla, tí tá eru allir pengarnir brúktir. Í ár leypa 140 milliónir av
Í fjør vóru ov nógvir pengar settir av, tí verkætlanirnar vóru ikki klárar

Orsøkin er, at í fjør vóru ov nógvir pengar settir av, tí verkætlanirnar vóru ikki klárar, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, í samrøðu við útvarpið í dag. Góðar 140 mió. kr., sum skuldu brúkast til almenna íløgur í ár, verða ikki brúktar.

Við góðum 147 milliónum, sum lupu av í fjør, játtanini í ár og eykajáttan hevur Landsverk 382,5 milliónir krónur til at gera millum annað vegir, tunlar, havnir og at byggja fyri nú í 2013.

Men bara góðar 240 milliónir brúktar. Tí verða 140 milliónir fluttar til næsta ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533