Nýtt kommunufelag fyri allar kommunur

13.12.2013 - 15:23
InnlendisPolitikkur
Nýtt kommunufelag fyri allar kommunur
Eftir aðalfundin skipaði stýrið seg við Heðin Mortensen, sum formanni og Magnus Rasmussen sum næstformanni. Hini í stýrinum eru Jóhan Christiansen, Jógvan Skorheim, Pauli T. Petersen, Rósa Samuelsen, Sonni á Horni, Dennis Holm, Kristin Michelsen, Trúgvi Gudmundarson, Brandur Sandoy, Heðin Zachariasen og Jóhannus Danielsen Lítil ivi er um, at avbjóðingarnar hjá kommununum eru stórar, nú stór øki skulu leggjast út undir kommunalt ræði

Limirnir í Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya hava fyrrapartin niðurlagt feløgini bæði. Og so er eitt nýtt felag stovnað, har allar landsins 30 kommunur standa saman í einum og sama felag.

Asbjørn Djurhuus, form. í KVF, og Heðin Mortensen, form. í KSF. Feløgini eru farin í søguna nú     

                                                                                                    (foto: Ingi Samuelsen)

Lítil ivi er um, at avbjóðingarnar hjá kommununum eru stórar, nú stór øki skulu leggjast út undir kommunalt ræði, samstundis er heldur eingin ivi um, at kommunurnar við hesum vilja styrkja í samráðingum við landsmyndugleikarnar.

 

Allir borgarstjórar í landinum vóru savnaðir á Hotel Hafnia í dag. Og har var Ingi Samuelsen fyri Kringvarpið eisini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847