Eingin semja um svartkjaft

13.12.2013 - 14:44
InnlendisSamfelag
Eingin semja um svartkjaft
Hóast strandalondini ikki enn eru samd um nýggja fyrisitingarætlan fyri svartkjaft, kann fiskiskapurin byrja á nýggjárinum
Enn er eingin avtala gjørd við Noreg ella ES um at samráðast um sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár

ICES hevur gjørt uppskot um um fyrisitingarætlan fyri svartkjaft. ICES hevur eftir verandi fyrisitingarætlan mælt til at fiska 950.000 tons av svartkjafti næsta ár, men kvotan kann hækka, um nýggja fyrisitingarætlanin verður samtykt, sigur Andras Kristiansen, samráðingarleiðari.

Enn er eingin avtala gjørd við Noreg ella ES um at samráðast sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár, sigur hann. Nýggjur fundur verður um svartkjaftin 20. januar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400