Uttanlandsnevnd verður kunnað um kvotur

Uttanlandsnevnd verður kunnað um kvotur
Tá kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild eru ásettar, ber eisini til at siga, hvussu nógv skal seljast á uppboði
 
12.01.2017 - 10:23

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú gjørt uppskot um kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild í 2017.

Men hann skal ráðføra seg fyrst við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn kvoturnar verða kunngjørdar. Og tað fer hann at gera klokkan eitt í morgin.

Tá kvoturnar eru ásettar, ber eisini til at siga, hvussu nógvur svartkjaftur og hvussu nógv norðhavssild skal seljast á uppboði. 

Løgtingið hevur samtykt, at tað, sum kvoturnar eru størri enn tær vóru í fjør, skal seljast á uppboði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423