ES og Ísland samd um makrelbýtið

18.12.2013 - 13:30
Innlendis›Politikkur
ES og Ísland samd um makrelbýtið
Íslendingar vátta útsøgnina hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, men teir vilja ikki vátta, at Ísland fær 11,9 prosent

ES og Ísland eru samd um makrelin. Tað segði Maria Damanaki í gjár. Og tað verður váttað í íslendska fiskimálaráðnum.


Men Føroyar og ES eru framvegis ikki samd. Og fiskivinnukommisserurin gjørdi vart við, at tiltøk móti teimum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, eru hugsandi.


Íslendski samráðingarleiðarin, Sigurgeir Þorgeirsson, váttar fyri Útvarpinum tað, sum Maria Damanki sigur um "understanding". Men hann vil ikki vátta, at talan er um 11,9 prosent til Íslands.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655