Tunnilsuppskotið verður helst jólatrøll

bannari
18.12.2013 - 13:03
InnlendisPolitikkur
Tunnilsuppskotið verður helst jólatrøll
Uppskotið, sum arbeitt verður við, sigur, at verkætlanin skal vera almenn

Breiða semjan um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin livir enn, hóast ætlaðu samráðingarnar í vikuni higartil hava verið av ongum.


Tað sigur landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri at finna semjuna, Jørgen Niclasen.


Uppskotið, sum arbeitt verður við byggir á uppskotið, sum Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen løgdu fram fyrr í ár, t.e. at verkætlanin skal vera almenn.


Á fíggjarlógini eru 15 milliónir krónur játtaðar til partafelagið Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil, men ivasamt er, um tunnilsuppskotið verður lagt fram fyri jól.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949