Varðin Pelagic sleppur ikki av reyða listanum enn

20.12.2013 - 09:14
InnlendisSamfelag
Varðin Pelagic sleppur ikki av reyða listanum enn
Ferðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevði ikki við sær, at øll virki sleppa at flyta vørur til Russlands

Varðin Pelagic á Tvøroyri er framvegis á reyða listanum hjá veterineru myndugleikunum í Russlandi, og verður verandi á listanum eina tíð afturat. Sama er galdandi fyri virkið hjá Bakkafrosti í Kollafirði.

Hóast Heilsufrøðiliga Starvsstovan letur væl at vitjanini í Moskva herfyri, so hevði ferðin ikki við sær, at umrøddu virkini sleppa at flyta vørur til Russlands aftur.

Tað er greitt, nú frágreiðingin frá russisku myndugleikunum er týdd og granskað.
 

Mynd: Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386