Ráðførir seg við uttanlandsnevndina um makrelin

Ráðførir seg við uttanlandsnevndina um makrelin
Sannlíkt fer landsstýrismaðurin á fundinum í morgin at kunna uttanlandsnevndina um, hvussu nógvan makrel, hann ætlar Føroyum í ár
Einki røkist fyri, at strandarlondini semjast um, hvussu makrelur, svartkjaftur og sild skal býtast millum londini. (Savnsmynd)
 
13.06.2024 - 08:46

Í morgin fer uttanlandsnevndin hjá løgtinginum at ráðføra seg við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur biðið um ráðførslu um makrel.

Slíkar ráðførslur eru í trúnaði.

Einki røkist fyri, at strandarlondini semjast um, hvussu makrelur, svartkjaftur og sild skal býtast millum londini.

Hálvan mai var fundur um makrelin.

 

65.000 tons fyribils

Strandarlondini eru Føroyar, Grønland, Ísland, Bretland, Noreg, Russland og ES.

27. mai hevði Dennis Holm ráðførslu við uttanlandsnevndina um strandarlandasamráðingarnar.

Sannlíkt fer landsstýrismaðurin á fundinum í morgin at kunna uttanlandsnevndina um, hvussu nógvan makrel, hann ætlar Føroyum í ár.

Í kunngerð 8. februar er føroyska makrelkvotan í ár 65.000 tons. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213