Vága floghavn fór aftur um bakið á Smyril Line

09.01.2014 - 16:03
Innlendis›Samfelag
Vága floghavn fór aftur um bakið á Smyril Line
Rúni V. Poulsen, stjóri, sigur, at Smyril Line átti besta boðið upp á tollfríu søluna á flogvøllinum

Tað er langt úti, at eitt alment partarfelag vísir so vánaligan handilssið.

So bersøgin er Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, nú tað er komið fram, at Smyril Line átti besta boðið upp á tollfríusøluna á flogvøllinum, ið Vága floghavn í fjør bjóðaði út.

Smyril Line veitti Vága floghavn trygd fyri 10 milliónir krónur um árið næstu fimm árini fyri tollfríusøluna.

Men sambært stjóranum í Smyril Line, fór Vága floghavn aftur um bakið á teimum til undirveitaran hjá Smyril Line, norska Heinemann, áðrenn Vága floghavn strikaði útbjóðingina, og sjálv átók sær tollfríusøluna.

Jákup Sverri Kass, sjóri í Vága floghavn, hevur í dag onga viðmerking til atfinningarnar hjá Rúna Poulsen, stjóra í Smyril Line.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026