Radio SALT

Radio SALT skemt: Rottan í Sumba vil hava eina konu
02-10-2026
Í 2024 kundi KVF bera tey gleðiboð, at í Sumba var rottan so at siga týnd. Sumbingar vónaðu, at aðrar kommunur vildu samstarva, so ongin nýggj innrás kom suður um Hestin.

Síðan tá hava vit ikki hoyrt nógv um samstørv rottuni viðvíkjandi og tí settu vit okkum fyri at kanna, hvussu rottustøðan í Sumba er nú seint í 2026. Radio SALT rapportarin, Gundur, blakaði upptakaran á bakið og fór sum ein hvirluvindur suður í oynna, har hann eftir eitt stórt kanningarbeiði endaði vesturi í bjørgunum.

 

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Í 2024 kundi KVF bera tey gleðiboð, at í Sumba var rottan so at siga týnd. Sumbingar vónaðu, at aðrar kommunur vildu samstarva, so ongin nýggj innrás kom suður um Hestin.
02-10-2026
Todi Jónsson og Poulina Øregaard Isaksen hava latið upp kaffi- og matstovu á Tvøroyri. Og saman við Toda kom Einar Larsen í Radio SALT at greiða frá serligari hending.
02-10-2026
Radio SALT rapportarin vitjar mann í Hvalba, sum er um at vera liðugur at fletta ein stóran veðr, tá avbygdamenn koma at skonast.
01-10-2026
Eitt av løgunum sungu børnini, Sól og Dagur, saman við foreldrunum, meðan Óli H. Mortensen og Kristian P. Ellefsen lótu gittar- og klaverspæl til heildina.
01-10-2026
Ónskvøldið 30. september 2026 vitjaðu ungfólk úr Sumba sendingina Radio SALT, sum av og á verður send frá Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
01-10-2026
Snildtelefonfrítt umhvørvi í Tvøroyrar Skúla; Visit Suðuroy; nýggj Kafé Tvørá; Ung úr Sumba kvøða; Einar Larsen greiðir Toda frá musikkhorni hjá abbanum, gamla Toda Jónsson.
01-10-2026
Beinleiðis sending úr SALT í Suðuroy
03-06-2026
Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni.
03-05-2026
Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026