- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki greitt hvat heimið skal brúkast til
13.01.2014 - 13:22
Innlendis›Samfelag
Ikki greitt hvat heimið skal brúkast til
Smápartafelagið Toft hevur keypt Sjómansheimið í Runavík

Eftir at hava átt tað í meira enn trý ár, slapp Eik Banki av við Sjómansheimið í Runavík fríggjadagin.
Keyparin, smápartafelagið Toft, hevur ikki gjørt av, hvat stóri bygningurin skal brúkast til. Men ymsir møguleikar eru, sigur Joen Magnus Rasmussen í Leirvík, sum sjálvur fimti hevur keypt gamla sjómansheimið.
Sjómansheimið, sum varð vígt í mars 1970, er 294 fermetrar í trimum hæddum, og loftið er 227 fermetrar. Grundstykkið er 1435 fermetrar. 25 kømur eru í sjómansheiminum, og har kundu gista 43 fólk.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














