- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar sakarmálið móti leiðsluni í gamla Eik
16.01.2014 - 13:24
Innlendis›Samfelag
Nú byrjar sakarmálið móti leiðsluni í gamla Eik
Fyrireikandi rættarfundur verður í morgin

Í morgin verður sjøtul settur á sakarmálið ímóti leiðsluni í gamla Eik Banka. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt gomlu leiðsluni og grannskoðaranum eftir 150 milliónum kr.
Teir, sum eru stevndir eftir endugjaldinum, eru fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik Banka, Frithleif Olsen, og fyrrverandi næstformaðurin í nevndini, Odd Bjellvåg.
Fíggjarligt støðufesti stevnir eisini fyrrverandi forstjóranum, Marneri Jacobsen, og fyrrverandi stjóranum, Bjarna Olsen.
Grannskoðarafyritøkan Nota og grannskoðarin, Hans Jóhan Laksá, eru eisini stevnd.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














