Vilja steðga hitaverki í Hoyvík

16.01.2014 - 09:46
InnlendisSamfelag
Vilja steðga hitaverki í Hoyvík
Eigarafeløg vilja hava fund við býráðið um Umhvørvisstovuna
Tey, sum búgva í Hoyvík, vilja ikki hava eitt hitaverk, sum tey siga fer at dálka grannalagið

Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum hava nú biðið um fund við Tórshavnar býráð og Umhvørvisstovuna í eini roynd at steðga ætlaða hitaverkinum nærindis Klingruni í Hoyvík.

Eigarafeløgini umrøddu málið á fundi fyrradagin.

Í desember fekk Fjarhitafelagið fyribils góðkenning til byggingina, og góðkenningin verður ætlandi endalig í hesum mánaðinum.

Brian Rosendahl Rasmussen, sum er talsmaður fyri tey, sum búgva Inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum, sigur, at tey fara at gera alt fyri at steðga hitaverkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483