Eingin stjórasáttmáli í bræði

17.01.2014 - 07:42
InnlendisSamfelag
Eingin stjórasáttmáli í bræði
Lønardeildin sigur, at stjórasáttmáli skal gerast, tá sáttmálasamráðingar eru

<p>Hóast Fíggjarmálaráðið og BLF fyri nógvum árum síðani samdust um, at vert er et gera ein serligan sáttmála fyri almennar stjórar, er eingin slíkur sáttmáli komin enn.&nbsp;Og sambært Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum kemur hann ikki í bræði.</p>

<p>Fakfelagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum vil millum annað hava greiðar reglur um fráfaringarsamsýningar, sigur Leivur Persson, formaður felagsins.</p>

<p>Á Lønardeildini siga tey, at ein stjórasáttmáli skal gerast, tá sáttmálasamráðingar eru. Hann verður ikki gjørdur mitt í einum sáttmálaskeiði.</p>

<p>Stjórasáttmálin hevur ikki verið á borðinum í teimum samráðingum, sum hava verið millum Lønardeildina og BLF seinastu árini. Og næstu samráðingar vera ikki fyrr enn næsta ár, tí BLF hevur sáttmála við Fíggjarmálaráðið til 1.oktober 2015.</p>

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523