Landskassin fekk bara helvtina av væntaða vinningsbýtinum

Landskassin fekk bara helvtina av væntaða vinningsbýtinum
Roknað var við at fáa 130 millónir kr., men tá avtornaði var vinningsbýtið 67,5 milliónir
Størsta vinningsbýtið, sum landskassin fekk í fjør, var frá Føroya Tele, 30 milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2025 - 08:45

Landskassin fekk bara stíva helvt av tí, sum hann roknaði við at fáa í vinningsbýti í fjør.

Í fíggjarlógini eru 130 mió. kr.

Men tá avtornaði var vinningsbýtið 67,5 milliónir. 

Vinningsbýtið var 765.000 frá Elektron, 30 milliónir frá Føroya Tele, slakar 28 milliónir frá Føroya banka, ein millión og 624.000 kr. frá Smyril Line og sjey milliónir og 264.000 kr. frá Realinum.

Orsøkin er, at Føroya banki lutaði nógv minni út, enn mett var í fíggjarlógini, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum við Landsgrannskoðanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860