Tætt knýtt bond millum Globe Tracker og LÍV

Tætt knýtt bond millum Globe Tracker og LÍV
Árni Ellefsen fór beint úr starvinum sum nevndarformaður í Globe Tracker til at gerast nevndarformaður í LÍV-samtakinum
Árni Ellefsen, fyrrverandi bankastjóri, fór beint úr starvinum sum nevndarformaður í Globe Tracker í nevndarformanssessin í LÍV-samtakinum.
 
13.08.2025 - 13:17

Bondini millum fyritøkuna Globe Tracker og eftirlønarfelagið LÍV knýtast alsamt tættari.

Árni Ellefsen fór beint úr starvinum sum nevndarformaður í Globe Tracker til at gerast nevndarformaður í LÍV-samtakinum. 

Tað var í fjørsummar, at Árni Ellefsen tók við sum nevndarformaður í kreppuraktu fyritøkuni Globe Tracker, sum ár eftir ár hevur stríðst við risastór undirskot.

Við ársenda í fjør var støðan í felagnum so mikið vánalig, at eigararnir avgjørdu at niðurskriva allan kapitalin í felagnum til null.

Talan var um 234 milliónir krónur, sum blivu avskrivaðar.

Niðurskrivingin varð framd 30. desember í fjør.

 

Bóðu um nýggjan partapening

Í tí sambandi fingu verandi partaeigarar - hvørs virði í Globe Tracker varð virðisleyst - tilboð um at seta nýggjan partapening í felagið.

Ein av partaeigarunum, Norðoya Íløgufelag - eitt felag undir almenna Føroyagrunninum við heimstaði í Klaksvík - valdi tá at takka fyri seg.

Tað váttaði Eyðfinn Olsen, stjóri í íløgufelagnum, fyri útvarpinum í gjárkvøldið.

Sleikja sárini eftir miseydnaða íløgu í Globe Tracker

 

 

Nýggja høvuðssætið hjá eftirlønarfelagnum LÍV á Óðinshædd í Havn. 

 

Tveir partaeigarar eftir

Eftir vóru nú bara tveir partaeigarar - reiðaríið Framherji í Fuglafirði og eftirlønarfelagið LÍV, sum átti í Globe Tracker gjøgum feløgini "P/F Tryggingarfelagið LÍV" og "P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag."

Hesi báðir partaeigarar - reiðaríið í Fuglafirði og LÍV-samtakið - settu nú 66,7 milliónir krónur í Globe Tracker ApS.  

Sambært donsku vinnuskránni er hjá báðum pørtum talan um lán, sum vórðu umløgd til partapening.

Framherji eigur nú beint oman fyri 50 prosent, og tey bæði feløgini í LÍV-samtakinum beint undir 50 prosent.

Nevndarformaður í Globe Tracker um hetta mundið er Árni Ellefsen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka.

Hann bleiv sum nevnt nevndarformaður í Globe Tracker í fjørsummar, tá hann tók við formanssessinum eftir Jan Jakobsen - sum annars eisini er stjóri í LÍV-samtakinum.

 

Verður formaður í LÍV

Nevndarformaður í Tryggingarfelagnum LÍV um hetta mundið er Høgni Olsen.

Undan aðalfundinum í LÍV-samtakinum síðst í apríl, boðar Høgni Olsen frá, at hann tekur seg úr nevndini í LÍV, tí hann er blivin fíggjarstjóri hjá Atlantsflog.

Nú stendur nevndarformanssessurin í risastóra eftirlønarfelagnum tómur.

Aðalfundurin velur Árna Ellefsen til nýggjan nevndarformann.

Árni Ellefsen - sum fáar mánaðir frammanundan hevur sitið hinumegin borðið, umboðandi Globe Tracker - fer nú at sita við borðendan í LÍV-samtakinum.

- Tá eg bleiv valdur til nevndarformann í LÍV, valdi eg at siga nevndarfomanssessin í Globe Tracker frá mær. Tað var ikki samsvar millum at sita í LÍV-nevndini og í Globe Tracker samstundis, sigur Árni Ellefsen.

 

Ongar viðmerkingar

Árni Ellefsen - fyrrverandi nevndarformaður í Globe Tracker og núverandi nevndarformaður í LÍV-samtakinum - hevur ongar viðmerkingar, tá vit spyrja hann, hví Globe Tracker framvegis var ein góð íløga hjá LÍV, eftir at allur kapitalurin í felagnum varð niðurskrivaður og harvið mistur. 

Hann vil heldur ikki upplýsa, hvussu nógvar pengar LÍV-samtakið tilsamans hevur sett í Globe Tracker, sum blivu niðurskrivaðar til null á nýggjárinum.

Tað einasta, sum ber til at staðfesta í løtuni, er at góðar 30 milliónir krónur, sum LÍV einaferð í tíðini hevur lænt Globe Tracker, á nýggjárinum vórðu umlagdar til nýggjan partapening í felagnum.

Nýggjur nevndarformaður í Globe Tracker eftir Árna Ellefsen er Hjalti Hvítklett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337