- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

<p>Pætur Marjunarson Dahl, heimspekingur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Marjun Bæk, prestur, heilsa uppskotinum um at fáa eitt Etiskt ráð í Føroyum vælkomnum. Men tað eigur ikki at vera landsstýrið, sum velur allar limirnar í ráðnum. Ein onnur útveljing má gerast fyri at tryggja fakliga breidd og at forða fyri, at ráðið verður ov heft at skiftandi landsstýrum, halda tey.</p>
<p>Fólkatalið í Føroyum er vaksið. Í fjør gjørdust vit 170 fleiri samanborið við árið fyri, vísir seinasta teljingin hjá Hagstovuni. Orsøkin til vøksturin er, at færri flyta av landinum. Men enn er alt ov tíðliga at siga, um talan er um eina varandi minking í fráflytingini, sigur Eyðfinnur Finsson, samfelagsfrøðingur á Hagstovuni.</p>
<p>Fakligu krøvini til almennu fyrisitingina í Føroyum eiga at vera størri og strangari enn í størri samfeløgum, heldur Løgtingsins Umboðsmaður. Tann skaðin, sum ein lítil og fáment fyrisiting kann gera í einum lítlum samfelag, er munandi meira umfatandi enn í einum størri samfelag, har valdsbýtið er breiðari. Hoyr kjakið millum Løgtingsins Umboðsmann, Sólju í Ólavstovu, løgmansstjóran Marjuna Hanusardóttir og stjóran í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen.</p>
<p>Føroyska samfelagið hevði fingið nógv størri úrtøku burturúr fiskivinnuni, um hon var marknaðarstýrd. Skip og reiðarí skulu keypa fiskirættindi heldur enn at fáa tey sum gávu frá landinum, sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur og fyrrverandi skrivari í Búskaparráðnum. Hoyr eisini Andras Kristiansen, deildarstjóra í Fiskimálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum og Alfred Olsen, tingmann fyri Sambandsflokkin, sum eisini er formaður í Vinnunevndini hjá Løgtinginum.</p>

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




