Tunlarnir verða lidnir í 2021

bannari
02.02.2014 - 13:37
AktueltPolitikkur
Tunlarnir verða lidnir í 2021
Koyrandi verður bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Tað eru allir flokkar á tingi og uttanflokkamaðurin Gerhard Lognberg samdir um

Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur.

Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.

Sambært semjuni verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið hetta til 2024, sambært langtíðaríløguætlanini.

Um neyðugt kann landið hækka partapeningin ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin.

Sambært semjuni kanna felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir kr. í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Hetta svarar til ta upphædd, sum landið í løtuni rindar fyri siglingina við Teistanum um Skopunarfjørð.

Ikki semja um privata loysn
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, ásannar, at semja er ikki um, at Eysturoyartunnilin skuldi verða á privatum hondum burturav. Dentur hevur heldur verið lagdur á at finna eina semju, sum allir flokkar kunnu taka undir við.

Tunnilsmálið hevur verið ein tungur burður, og í summar kostaði tað Kára P. Højgaard landsstýrissessin. Nú eru allir flokkar á tingi samdir um ein leist fyri at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sum báðir skulu vera almennir. Landsstýrismaðurin heldur, at nú eru allar súðir syftir, og at hetta uppskotið verður samtykt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. mai
Ljóarin 31. mai 2023
157760
Mikudag 31. mai
Skratsj tann 31. maj 2023
157749
Mikudag 31. mai
Breddin: Atgerðir móti Russlandi
157735
Mikudag 31. mai
Góðan morgun Føroyar 31.05.2023
157730
Mikudag 31. mai
Morgunlestur mikudagur 31. mai 2023
157629
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858
Sunnudag 28. mai
Andakt við Anne Mette Greve Klemensen
157624