Taks: Ikki neyðugt at hava lønarkontu í banka

04.02.2014 - 09:04
Innlendis
Taks: Ikki neyðugt at hava lønarkontu í banka
Tøknin forðar ikki fyri, at tú kann fáa mánaðarlønina útgoldnað

Tær nýtist ikki at hava eina lønarkontu í bankanum.

Tøknifrøðiliga hjá Taks er einki til hindurs fyri at fáa mánaðarlønina útgoldna, uttan at lønin nakrantíð hevur verið gjøgnum eina lønarkontu í einum banka.

Tað sigur Sofus Johannesen, fulltrúi á KT deildini hjá Taks.

Avgerðin hjá BankNordik um at taka 20 krónur um mánaðin frá summmum, sum hava kontu í bankanum, hevur gjørt mong firtin, og fleiri kommunu- og landspolitikkarar hava eisini funnist hvassliga at avgerð bankans.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, boðaði um vikuskiftið frá, at hann fór at kanna málið. Føroya Landsstýri, also tað almenna, er størsti einstaki partaeigarin í BankNordik

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770