2 mió. kr. til Fountain Hús

18.02.2014 - 13:02
InnlendisSamfelag
2 mió. kr. til Fountain Hús
Peningurin skal brúkast til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk, sambært Súsonnu Winther Poulsen, stigtakara
f.v. Súna Mørk, stigtakari, Súsanna Winther Poulsen, stigtakari, og Annika Olsen, landsstýriskvinna

Á fíggjarlógini fyri 2014 eru tvær mió. kr. settar av til at skipa eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarligum trupulleikum.

Lýst varð eftir umsóknum í januar, og inn komu tríggjar umsóknir, men bara ein varð mett at lúka treytirnar at fáa stuðul.

Talan er um sokallaða Fountain Húsið, sum Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk eru stigtakarar til, sum nú tvær mió. kr. í stuðli.

Arbeiðsrættað tilboð

Endamálið við Fountain Húsinum er at skapa møguleikar hjá fólki við sálartrupulleikum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum, siga stigtakararnir.

Málið er, at fleiri sálarsjúk fáa eina meiningsfulla tilveru, sum gevur teimum innihald í gerandisdegnum.

Í fyrstu syftu skal verkætlanin staðfesta tørvin hjá málbólkinum, ynskini hjá arbeiðsmarknaðinum, umframt at kanna, hvør tørvurin er á einum slíkum tilboði.

Eftir ætlan skal húsið lata upp í vár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Leygardag 13. desember
Morgunlestur leygardagur 13.desember 2025
201428
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392