Johan Dahl standa skúlarætt um fíggjaróskilið

19.02.2014 - 18:01
Innlendis›Politikkur
Johan Dahl standa skúlarætt um fíggjaróskilið
Løgtingsgrannskoðanin krevur landsstýrismanninum eftir svarum í málinum um fíggjaróskilið í Strandfaraskipum Landsins

Frágreiðingin hjá gannskoðaravirkinum Januar er nøktandi, siga løgtings grannskoðararnir, men hóast tað skal Johan Dahl skal nú standa skúlarætt fyri løgtingsgrannskoðanini í málinum um fíggjaróskilið í Strandferðsluni.
Johan Dahl hevur fingið seks vikur at svara fleiri spurningunum, áðrenn løgtingsgrannskoðanin ger nakra niðurstøðu
Sambært Reimundi Langgaard eru eykaspurningarnir ikki sendir, tí frágreiðingin hjá grannskoðaravirkinum Januar ikki er nøktandi. Tað er púra vanligt at løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri og aðrar spurningar í slíkum føri, sigur Reimund Langgaard. Hann veit ikki at siga, nær løgtingsgrannskoðanin kemur til eina niðurstøðu í málinum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334