Hýrusáttmáli skal vera treyt fyri fiskiloyvi

24.02.2014 - 13:03
Innlendis›Politikkur
Hýrusáttmáli skal vera treyt fyri fiskiloyvi
Manningarfeløgini vilja hava politikararnar áleggja reiðaríum at halda sáttmálarnar
Páll Hansen er formaður í Maskinmeistarafelagnum

Tað eru nøkur reiðarí, sum ikki vilja halda galdandi sáttmálar, og tí er tað best, at løgtingið áleggur øllum reiðaríum at halda sáttmálarnar.

Tað sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen.

Manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, hava sent løgtinginum skriv, har tey heita á landsstýrið og løgtingið um at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðararnar og føroysku manningarfeløgini.

Besta leiðin at røkka tí málinum alt fyri eitt er at fáa sett sum treyt, at bara fiskifør, har manningin fær hýru sambært sáttmála hjá manningarfeløgunum, fáa fiskiloyvi, siga feløgini.

Hoyr samrøðu við Páll Hansen, formann í Maskinmeistarafelagnum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026