Regin fær 20 milliónir í vinningsbýti

25.02.2014 - 11:36
InnlendisVinna
Regin fær 20 milliónir í vinningsbýti
Hvørt partabræv í Bakkafrosti fær 4,50 kr. í vinningsbýti. Tilsamans verða goldar umleið 200 mió. kr. í vinningsbýti hesaferð
Tað gongur væl hjá Bakkafrosti, har Regin Jacobsen er stjóri. Av teimum 200 milliónunum, sum verða latnar í vinningsbýti, fær Regin 20 milliónir

Bakkafrost hevði eitt framúr gott ár í fjør, og ongantíð fyrr hevur nøkur føroysk fyritøka kannað víst so gott úrslit.

Úrslitið var 727 milliónir kr fyri skatt, og 589 milliónir kr. eftir skatt. Av tí at úrslitið var so gott í fjør, skjýtur nevndin upp, at hvørt partabrævið fær 4,50 kr. í vinningsbýti. Í Bakkafrosti eru sløk 49 milliónir partabrøv, so vinningsbýtið verður umleið 200 milliónir kr.

SÍ EISINI Yvirlit: Hetta fáa partaeigararnir hjá Bakkafrosti

Regin Jacobsen, stjóri, eigur sløk 10 prosent av partapeninginum, og eftir tí fær hann umleið 20 milliónir í vinningsbýti.

Gongdin í alivinnuni seinastu árini er orsøkin til góða úrslitið, eisini politisku stigini, sum vórðu tikin til tess at geva alivinnuni betri møguleikar, sigur Regin Jacobsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558