Sáttmálaleysir útlendingar eingin trupulleiki

26.02.2014 - 14:28
InnlendisPolitikkur
Sáttmálaleysir útlendingar eingin trupulleiki
Nú sáttmálarnir verða endurskoðaðir, kunnu útlendingarnir takast við, sigur Reiðarafelagið
Herálvur Joensen er stjóri í Reiðarafelagnum

Sáttmálaleysir útlendingar við føroyskum fiskiskipum er ikki nakar stórur trupulleiki. Men nú Reiðarafelagið og manningarfeløgini hava sett ein bólk at endurskoða allar sáttmálar, kann spurningurin um útlendingarnar takast við.

Reiðarafelagið hevur verið at kalla óvirkið í nøkur ár. Kanska er tað tí, at manningarfeløgini biðja politikararnar hjálpa sær í staðin fyri at venda sær til Reiðarafelagið.

Tað heldur Herálvur Joensen, sum hevur verið stjóri í Reiðarafelagnum síðani 1.mai í fjør.

Hann sigur, at flestu reiðarar halda sáttmálarnar við manningarfeløgini. Men onkur undantøk eru. Felagið hevur ætlandi aðalfund í mai. Tá hevur tann skipabólkurin, sum ikki hevur nakran í nevndini nú, eisini valt nevndarlim. Á aðalfundinum verður nevndin fullmannað aftur fyri fyrstu ferð í nøkur ár, og so fær hon skipað seg við formanni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327