100 ár síðan Fyrri heimsbardagi brast á (1:3)

17.04.2014 - 13:15
Lívsstílur
100 ár síðan Fyrri heimsbardagi brast á (1:3)
Hvørjar vóru orsøkirnar til Fyrra heimsbardaga og hvussu umfatandi var hann?

Hvussu sær heimurin út undan Fyrra heimsbardaga og hvørjar eru orsøkirnar til at allur heimurin brestir saman í einum tí skitnasta og ljótasta krígnum yvirhøvir? Eitt kríggj, ið krevur millum 30 og 50 milliónir mannalív, og sum broytir heimskortið munandi.

Hesar og aðrar spurningar viðgera vit í hesari fyrstu sendingini, nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani Fyrri heimsbardagi brast á.

Í aðru sending er evnið stríðsárini 1914-18, har vit eitt nú umrøða í hvønn mun Fyrri heimsbardagi rakti Føroyar. Og í triðju sendingini eru evnini avleiðingarnar og arvurin eftir Fyrra heimsbardaga.

Á øðrum mótum eru eisini broytingar fyri stavn, og 1800 talið og árini undan Fyrra heimsbardaga er eisini eitt tíðarskeið við nógvum rembingum og nógvum framburði.

Hetta er eisini eitt tíðarskeið, har kvinnur í størri og størri mun krevja síni rættindi. Í Føroyum fáa kvinnurnar valrætt til løgtingið í 1915, árið eftir at Fyrri heimsbardagi er brostin á. Og Fyrri heimsbardaga hevur nógvar broytingar við sær, tá talan er um samfelagsstøðuna hjá kvinnum.

Hesir og aðrir spurningar verða eisini viðgjørdir í sendingini, her vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Katrinu í Geil.

Trýst her og hoyr aðru sending

Trýst her fyri at hoyra triðju sending

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459