Sambandið vil hava nógv meira fyri makrelin

01.05.2014 - 13:07
InnlendisPolitikkur
Sambandið vil hava nógv meira fyri makrelin
Sambandsflokkurin vil hava gjaldið fyri makrel tveir triðingar upp. Kortanei sigur Fólkaflokkurin.

Sambandsflokkurin vil hava tilfeingisgjaldið á makrel og sild broytt longu í ár, so landið fær fleiri pengar.

Tað er kravið, nú samgongan telvar um makrelbýtið og sildabýtið.

Makrelgjaldið eigur at hækka úr 75 oyrum upp í eina krónu og 25 oyru fyri kilo. Og gjaldið fyri sild skal eisini hækka, sigur Bárður Nielsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum og formaður í Fíggjarnevndini.

Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at gjøldini, sum longu eru ásett fyri 2014,  75 oyru fyri makrel og 35 oyru fyri sild, eru ivaleysa stór.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360