Viðgera fleiri ryggsjúkur á Landssjúkrahúsinum

06.05.2014 - 15:32
InnlendisHeilsa
Viðgera fleiri ryggsjúkur á Landssjúkrahúsinum
40-60 fólk verða send til Danmarkar til viðgerðar um árið, men nú verða hesar viðgerðir tiknar heim

Føroyingar sleppa nú væntandi undan at fara til Danmarkar at fáa skurðviðgerð fyri eitt nú diskusprolaps.

Á hvørjum ári verða umleið 40-60 føroyingar sendir á Center for rygkirurgi i Hellerup, men Heilsumálaráðið ætlar at taka sær skurðviðgerðir heim til Føroya. Málið er til viðgerðar í tinginum í løtuni.

Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við ein skurðlækna í Noregi, og tað verða fleiri fyrimunir at hava viðgerðina í Føroyum, sigur Sigruð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776