Ákærin: Tann ákærdi drap við vilja

23.05.2014 - 14:54
Innlendis›112
Ákærin: Tann ákærdi drap við vilja
Dómsviðgerð í nevningatinginum í dag. Mánadagin taka nevningarnir støðu til, um tann ákærdi er sekur ella ikki

John Kølbæk, fúti, sum er ákæri í drápsmálinum í einum í húsum í Marknalíð í Havn í november í fjør, vísir øllum frágreiðingum frá tí ákærda manninum aftur.

Hann sigur, at ákærdi fleiri ferðir hevur broytt gerningsstaðið, og at frágreiðingar hansara hanga ikki saman.

Dómsviðgerð er í nevningatinginum í dag, at har ákæri og verji taka samanum og royna at sannføra nevningarnar.

Ákærin sigur, at tann ákærdi stakk hin mannin tvær ferðir, og at hann drap við vilja, tí hann tók tann størsta knívin, sum lá í skuffuni í køkinum hjá manninum, sum doyði.

Mánadagin fara teir 12 nevningarnir at taka støðu til, um ákærdi maðurin er sekur ella ikki.

Hoyr Óluvu Zachariasen greiða frá úr rættinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Andak
217173
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129