Eingin trýsttangi: Kavarar fara í verkfall

02.06.2014 - 19:30
InnlendisSamfelag
Eingin trýsttangi: Kavarar fara í verkfall
Arbeiðssteðgurin rakar serliga alivinnuna

Kavararnir í Føroyum hava lýst verkfall á midnátt í kvøld, tí ongin viðgerð fyri kavarasjúku er meira í trýsttanganum.

Fyri trimum vikum síðani boðaði Landssjúkrahúsið Vørn frá, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eftir 31. mai verður eingin viðgerð í trýsttanganum, sum Vørn eigur.

Landssjukrahúsið hevur onki ímóti at passa trýsttangan, men heldur seg ikki eiga rokningina fyri heilsufakligu tænastuna. Og nú skal landssjúkrahúsið brúka pengarnar, sum tænastan kostar, millum eina og 1,2 milliónir krónur, til annað.

Eingin eykajáttanarlóg varð løgd fyri løgtingið, áðrenn tingið fór í summarfrí, og tí er eingin loysn funnin enn.

Brian Nýggjagarð, stjóri í JT-kaving, sigur, at tað er alneyðugt hjá kavarum, at ein trýsttangi er tøkur, um ein vanlukka hendir, og tí noyðast kavararnir at fara í verkfall á midnátt.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628