Helt ikki lyfti um eykajáttan til serviðgerð

02.06.2014 - 13:32
InnlendisPolitikkur
Helt ikki lyfti um eykajáttan til serviðgerð
Karsten Hansen, landsstýrismaður, skilir ikki, hví hini landsstýrisfólkini ivast í, hvussu nógv skal játtast afturat

Hóast eingin eykajáttan til serviðgerðir uttanlands kom í hesum umfarinum, hevur landsstýrismaðurin ikki givið sjúkrahúsunum boð um at spara.

Karsten Hansen var ikki á landsstýrisfundinum fyri einari viku síðani, tá so stór óvissa var um eykajáttanina, at hon fór ikki í tingið.

Karsten Hansen sigur, at hann hevði fingið lyfti frá samgonguni um eykajáttan. Og hann skilur ikki, hví hini í landsstýrinum ivast í talinum. Talan er um sjey milliónir krónur, hvørki meira ella minni, sigur landsstýrismaðurin. Hann væntar at fáa eykajáttanina seinni í ár.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483