Kavaraverkfall: Virksemi hjá Bakkafrosti hótt

03.06.2014 - 13:29
InnlendisSamfelag
Kavaraverkfall: Virksemi hjá Bakkafrosti hótt
Regin Jacobsen, stjóri, er ørkymlaður um støðuna, tí fyritøkan er bundin av kavarunum

- Hetta er ein álvarsom støða, tí alt virksemi hjá Bakkafrosti steðgar, um kavarar ikki sleppa til arbeiðis.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri, í Bakkafrosti.

Kavararnir í Føroyum fóru í verkfall á midnátt, tí eingin passar einasta trýsttanga í Føroyum longur, og eingin loysn er funnin fyri tangan.

Sostatt er eingin viðgerð fyri kavarasjúku, og kavararnir tora ikki at arbeiða, uttan at trýsttangin er tøkur, um ein vanlukka hendir.

Regin Jacobsen er ørkymlaður um støðuna, tí fyritøkan er púra bundin av kavarunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949