Egon Øregaard: Stýri betri enn stjóri

06.06.2014 - 14:31
Innlendis›Politikkur
Egon Øregaard: Stýri betri enn stjóri
Semja er ikki um yvirskipaða leiðslubygnaðin í Marknagilsdeplinum
Egon Øregaard er stjóri á Tekniska skúla í Havn

Eitt stýri fær betur staðið móti trýsti frá politikarum og vinnuni, enn ein stjóri.

Tað sigur Egon Øregaard,stjóri á Tekniska skúla í Havn.

Semja er ikki um yvirskipaða leiðslubygnaðin í Marknagilsdeplinum.

Meirilutin mælir til, at ovasta leiðslan verður ein depilsstjóri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgdina av virkseminum í Marknagilsdeplinum. Harafturat eigur at setast ein tilmælandi og ráðgevandi nevnd, sum vísir beinleiðis til depilsstjóran.

Sjálvsognarstovnarnir - Tekniski skúli og Handilsskúlin - mæla til, at ovasta leiðslan verður eitt stýri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgd.

Hoyr Egon Øregaard í útvarpstíðindunum
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860