Fleiri bústaðir til fólk við skerdum førleika

06.06.2014 - 10:03
Innlendis›Politikkur
Fleiri bústaðir til fólk við skerdum førleika
Vardu bústaðirnir í Klaksvík og Runaví verða lidnir næsta summar
Annika Olsen er landsstýriskvinna í almannamálum

Tørvurin á bústøðum til fólk við skerdum førleika í Føroyum er stórur. Men fleiri byggverkætlanir eru í gongd, sum skulu bøta um stóra tørvin.
Í Klaksvík og Runavík byggir Almannamálaráðið í løtuni tilsaman 24 vardir bústaðir til fólk við menningartarni. Vardu bústaðirnir í Klaksvík og Runavík verða væntandi klárir at flyta inn í næsta summar. Teir eru mettir at kosta tilsamans 33 milliónir krónur.

Fleiri aðrar byggiverkætlanir eru til fólk við skerdum førleika.

Bústaðir byggja í løtuni átta sjálvstøðugar íbúðir til fólk við fysiskum tarni ella menningarartarni í Klaksvík, sum væntandi verða lidnar í september í ár. Og eisini verður ein depil til fjølbrekað børn bygdur í Runavík. Har kunnu átta børn samstundis koma í langtíðarumlætting, og hann verðurvæntandi liðugur í oktober í ár.

Umlættingardepilin í Sandi skal ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr. Eftir ætlan skal hann vera liðugur í 2016. Í deplinum verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk.

Hoyr samrøðu við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Andak
217173
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129