Almannamálaráðið flytur í Tinganes

16.06.2014 - 21:27
Innlendis›Politikkur
Almannamálaráðið flytur í Tinganes
Aðalráðið fer í hølini, har Innlendismálaraðið helt til, í næsta mánaði

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur biðið síni starvsfólk í ráðnum um at finna fram flytikassarnar.

Ráðið skal ikki longur húsast í hølunum hjá Landssjúkrahúsinum á Eirargarði, men flyta í Tinganes -nærri politiska valdinum - í tey hølini, har Innlendismálaráðið virkaði, áðrenn tað fór í søguna eftir tunnilsgøluna í fjør.

Annika Olsen heldur ikki, at verandi høli hóska seg til eitt stjórnarráð, og hon leggur dent á, at hetta er hennara avgerð, og hon hongur ikki saman við eini størri umskipan av miðfyrisitingini:

Annika Olsen sigur, at hóast sjálv flytingin fer at kosta nakað, so sleppur ráðið undan at rinda nakað serligt í húsaleigu í Tinganesi, og tí verður m.a. ikki neyðugt við eykajáttan ella sparingum. Almannamálaráðið flytir í Tinganes næsta mánaði.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891