Nærum ógjørligt at taka støðu til tilmælini

27.06.2014 - 08:38
Innlendis›Samfelag
Nærum ógjørligt at taka støðu til tilmælini
Aftur í ár er stórur munur á tilmælunum frá fiskifrøðingunum og vinnuni

Tilmælini frá ávíkavist Havstovuni og Fiskidaganevndini um fiskidagatal eru so ymisk, at tað er nærum ógjørligt hjá politikarunum at taka støðu til.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, sum vil hava skipanina broytta.

Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal sum í fjør, og metir, at botnfiskastovnarnir eru óvanliga væl fyri. Samstundis heldur Havstovan í sínum tilmæli uppá, at støðan í fiskivinnuni er hættislig, og at serliga stovnarnir av hýsu og toski mugu metast at vera í undantaksstøðu.

Fiskidaganevndin er mannað av umboðum frá fiskiflotanum, og byggir sína meting á eina samrøðukanning við fiskimenn. Havstovan, sum hevur til uppgávu at halda eyga við fiskastovnunum, byggir sína meting á yvirlitstrolingar og náttúruvísindaligar kanningar. Havstovan mælir til ein niðurskur av fiskidøgunum upp á 25%, til stovnarnir eru komnir fyri seg aftur.

Mynd: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952