Handverkarar vilja hava meiri løn

02.07.2014 - 13:26
Innlendis›Samfelag
Handverkarar vilja hava meiri løn
Sáttmálin við arbeiðsgevararnar eru sagdur upp til 1. oktober

Handverkararnir í Føroyum ætla sær at fara munandi meira upp í løn.

Føroya Handverkarafelag segði í gjár sáttmálan upp á privata arbeiðsmarknaðinum at fara úr gildi 1. oktober, og hesaferð ætlar felagið sjálvt at seta karmarnar fyri lønina.

Lønin er so lág, at handverkarar rýma av landinum at arbeiða. Og tí má okkurt gerast, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

Ein fastløntur handverkari í Føroyum fær góðar 22.000 krónur um mánaðin. Hetta er orsøkin til, at føroyskir handverkarar rýma av landinum at arbeiða, heldur felagið.

 

Mynd: Suni Simonsen er formaður í Føroya Handverkarafelag

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775