Námsfrøðilig útbúgving takast í Føroyum

04.07.2014 - 15:18
InnlendisPolitikkur
Námsfrøðilig útbúgving takast í Føroyum
Arbeiðið at skipa útbúgvingina til lærarar á miðnámsskúlum byrjar í heyst, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Lærarar í miðnámsskúlum vilja hava námsfrøðiligu útbúgvingina, sum annarhvør lærari hevur tørv á, skipaða í Føroyum.

Yrkisfelagið hjá lærarunum mælir til, at útbúgvingin verður boðin út á Fróðskaparsetrinum.

Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at tað liggur í kortunum, at útbúgvingin skal bjóðast út í Føroyum, og ætlanin er, at arbeiðið at skipa útbúgvingina skal byrja í heyst.

Hoyr Kára Jespersen, formann í Yrkisfelagnum, og Bjørn Kalsø, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum.

 

Mynd: Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776