Varðin: Neyðugt at byggja nýggj skip

Varðin: Neyðugt at byggja nýggj skip
Nýggi trolarin hjá reiðarínum fer at kosta millum 100 og 200 milliónir kr.
Nýbygningurin kemur inn fyri Rankan, sum Varðin seldi fyri jól.
 
27.02.2024 - 13:35

Skulu vit varðveita botnfiskaflotan og førleikarnar at fiska, so er neyðugt at onkur byggir nýtt. 

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, sum fer at byggja ein nýggjan botnfiskatrolara at fiska við Føroyar.

Skipið verður góðar 44 metrar langt, slakar 12 metrar breitt, og tað hevur verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um dagin. Skipið  verður smíðað á skipasmiðjuni Mest, og tað skal latast Varðanum á sumri í 2026.

Nýbygningurin kemur inn fyri Rankan, sum Varðin seldi fyri jól.

Grundarlagið undir nýggja trolaranum eru teir fiskidagar, sum Rankin higartil hevur havt.

Bogi Jacobsen ásannar, at støðan hjá botnfiskaflotanum sær ikki gott út, og tí er neyðugt at gera nakað:

 

27022024_Bogi_Jacobsen

 

Nýggi ísfiskatrolarin hjá Varðanum skal eftir ætlan verða liðugur á sumri í 2026. 

 

Síðstu árini hevur Varðin tjent nógvar pengar í uppsjóvarvinnuni, og reiðaríið er í dag millum fíggjarliga sterkastu fyritøkur í landinum. Tí ber til at byggja nýtt til botnfiskaflotan, sigur Bogi Jacobsen.

Hann vil ikki upplýsa, hvat nýggja skipið kostar - kki annað enn at prísurin liggur onkustaðni mitt ímillum 100 og 200 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522