Varaborgarstjóri og Sea Shepherd í hornatøkum

10.07.2014 - 18:26
InnlendisSamfelag
Varaborgarstjóri og Sea Shepherd í hornatøkum
- Tað var skelkandi uppliving, sigur Hallmar Winther, varaborgarstjóri í Skopunar Kommunu
Drátturin í Skopun við nýggjari ketu
Mynd: Beinta Løwe  

Løgreglan kann eitt mál um herverk á keiini í Skopun í gjárkvøldið. Fólk frá Sea Shepherd vóru ónøgd við, at kommunan hevur sett upp ketu við lási á fyri bátadráttin. 

Hallmar Winther, varaborgarstjóri í Skopun, sigur, at Skopun hevur altíð havt ein bumm ella ketu fyri bátadráttin, tí hann liggur soleiðis fyri, at um illa vil til, so kunnu bilar koyra beint út av bátadráttinum. Ketan er har fyri at forða fyri hesum. Men í gjárkvøldið vildu Sea Shepherd sleppa at draga bát í dráttinum.

Hoyr Hallmar Winther greiða frá hendingini.

Løgreglan hevur avhoyrt Hallmar Winther og fólkini frá Sea Shepherd, og nú verður frágreiðing skrivað. Eisini skal staðfestast, hvør hevur brotið lásið og framt harðskap á ognir hjá kommununi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457