Paul Watson fyri rættin í Nuuk hósdagin

Paul Watson fyri rættin í Nuuk hósdagin
Japan vil hava Paul Watson útflýggjaðan, tí hann í 2010 var við í eini atsókn móti japanskum hvalaveiðimonnum við Antarktis, har ein stinkbumba skalaði ein sjómann
Paul Watson skal hava medvirkað til, at ein japanskur sjómaður varð skalaður
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.08.2024 - 14:51

Hósdagin skal rætturin í Nuuk gera av, um Paul Watson framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður.

Og sambært øðrum av advokatunum hjá Paul Watson, Julie Stage, fara tey tá at leggja fram prógv um, at einki hald er í einum av álvarsligastu ákærunum móti Watson.

Japan vil hava Paul Watson útflýggjaðan, tí hann í 2010 var við í eini atsókn móti japanskum hvalaveiðimonnum við Antarktis.

Í februar hetta árið bleiv ein stinkbumba tveitt úr einum gummibáti upp á japanska skipið. Tað elvdi til, at ein japanskur sjómaður fekk smørsýru á seg og bleiv brendur í andlitið.


Sea Shepherd-viðhaldsfólk mótmæla handtøkuni av Paul Watson uttan fyri Christiansborg (Mynd: Ritzau / Scanpix)

 

 

 

Ákærdur fyri medvirkni

Paul Watson var ikki sjálvur í gummibátinum, men er ákærdur fyri medvirkni.

Men sambært advokatunum eru videoupptøkur nú komnar fram, sum vísa, at eingin stóð á dekkinum, har japanski sjómaðurin skal hava brent seg.

Rættarfundurin í Grønlandi hósdagin snýr seg fyrst og fremst um, hvørt varðhaldsfongslingin av Paul Watson skal leingjast ella ikki. Tað verður ikki fyrr enn eftir tað, at støða verður tikin til, um hann skal útflýggjast til Japan ella ikki.


Mótmæli uttan fyri Christiansborg var fyriskipað av Alternativet. Millum luttakararnar vóru Jonas Bjerre, oddamaður í danska bólkinum Mew, og Joseph Andrew Duplantier, sangarin í tungmálmsbólkinum Gojira, og so ein gamal kenningur hjá føroyingum, Lamya Essemlali, ið gekk á odda, tá Sea Shepherd hevði sína seinastu stóru herferð móti grindadrápinum í Føroyum (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532