Sea Shepherd til Íslands

Sea Shepherd til Íslands
Manning hjá Sea Shepherd er komin til Íslands, eftir at íslendska hvalaveiðan, sum hevur verið av ongum í tvey ár, er byrjað aftur.
Hvalaveiða í Íslandi
Mynd: RÚV  
 
07.07.2022 - 10:41

Sea Shepherd er eisini í Íslandi, nú íslendska hvalaveiðan er byrjað aftur.

Skipið Glom­ar Arctic, sum Sea Shepherd leigar, elti tann eina íslendska hvalastingaran týsdagin.

Skipið kom til Íslands í síðstu viku. Við eru 11 fólk, seks eru í manningini, og so eru fimm ferðafólk.

Sea Shepherd hevur boðað frá, at skipið verður í Íslandi til 17. juli. Sambært Sea Shepherd eru tey komin fyri at taka myndir og útvega sær upplýsingar um hvalaveiðu.

Hvalaveiðan uppafturtikin

Í ár er loyvt at skjóta 161 nebbafiskar og 217 sildrekar í íslendskum sjógvi.  

Seinastu trý árini er eingin hvalur skotin við Ísland, undantikin ein sildreki í fjør.

Í 2018 vóru stívliga 150 hvalir skotnir.

Síðani byrjað var at telja hval við Ísland í 1987, eru støðugt fleiri nebbafiskar sæddir við Ísland.

Talt verður fimta hvørt ár. Næstu ferð verður talt í 2024.

Ferðavinnan, serliga tey, sum sigla við ferðafólki at síggja hval, hevur funnist at avgerðini um hvalaveiðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672