Vilja hava atkvøðu um at leggja skúla niður

08.08.2014 - 13:22
InnlendisSamfelag
Vilja hava atkvøðu um at leggja skúla niður
Í Hósvík savna tey undirskriftir fyri at fáa eina atkvøðugreislu um ætlanina hjá Sunda kommunu um at leggja skúlan í bygdini niður

Borgararnir í Hósvíkar skúladømi eiga at fáa høvi at siga sína beinleiðis hugsan um ætlanina at leggja Hósvíkar skúla niður, sigur Guðrið Samuelsen, sum er millum teirra, ið hevur samskipað arbeiðið at savna undirskriftir.

- Vit eru ikki nøgd við loysnina, sum Sunda kommuna hevur lagt fram, og vit vilja, at borgararnir verða hoyrdir í málinum um av skúlanum í Hósvík, sigur hon

Guðrið Samuelsen heldur, at fyrimunir eru við at leggja skúlarnar saman, men vansarnir viga tyngri enn fyrimunirnir.

Skúlasammanleggingin skal annars góðkennast av Mentamálaráðnum, og Sunda kommuna bíðar í løtuni eftir hesari góðkenningini. Kemur hon, skal hon lýsast, og eftir tað ber til at krevja eina fólkaatkvøðu, sigur Guðrið Samuelsen.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776