- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnargjøld: Kommunan missir stóran part av inntøkugrundarlagnum

- Hetta er stórur partur av inntøkugrundarlagum hjá kommununi, sum verður tikin burtur.
Tað sigur Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, nú Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fram um at strika havnargjøldini hjá Strandfaraskipum landsins.
Verður uppskotið samtykt, sparir landskassin góðar sjey milliónir krónur um árið. Men samstundis missa kommunurnar, sum Strandferðslan siglir til, hesar inntøkurnar í havnargjøldum.
Missa 130.000 kr. um árið
Sambært tølunum í lógaruppskotinum kann Hvannasunds kommuna missa umleið 130.000 krónur um árið í inntøkum frá Rituni, sum siglir úr Hvannasundi til Fugloyar og Svínoyar.
Og sambært borgarstjóranum kann missurin fáa stórar avleiðingar fyri Hvannasunds havn og kommununa.
Bæði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og Kommunufelagið hava eisini harðliga mótmælt ætlanini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:



























