Handilstiltøkini verða nú sett úr gildi

18.08.2014 - 13:01
Innlendis›Samfelag
Handilstiltøkini verða nú sett úr gildi
Tá handilsforðingarnar fara úr gildi mikudagin, hava tær verið galdandi eitt í ár

Mikudagin 20 august 2014, júst eitt ár eftir, at ES setti handilsforðingar í verk móti Føroyum, verða handilsforðingarnar settar úr gildi.

Tað boðar ES nevndin frá í tíðindaskrivi í morgun.

At handilsforðingarnar nú verða settar úr gildi, merkir fyrst og fremst, at føroysk skip sleppa í ES-havn, og at sølufyritøkurnar hjá uppsjóvarvinnuni í Føroyum sleppa at selja fiskin til stóra ES-marknaðin.

ES-marknaðurin var størsti marknaðurin fyri føroyskan uppsjóvarfisk, áðrenn handilsbannið fyri einum ári síðani noyddi sølufyritøkurnar at finna nýggjar keyparar eystanfyri og í Afrika.

Hoyr løgmann í úyvarpstíðindunum gera viðmerkingar til, at handilstiltøkini nú verða sett úr gildi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717