Uttanríkisráðharrin: Ongantíð aftur boykott

19.08.2014 - 15:38
InnlendisPolitikkur
Uttanríkisráðharrin: Ongantíð aftur boykott
Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, hevur havt tíðindafund í Tinganesi

- ES-handilsstongsilin var eitt keðiligt mál, og vit eiga ongantíð at kom aftur í slíka støðu.

Tað sigur Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, sum er á vitjan í Føroyum.

Hann hevði tíðindafund í Tinganesi seinnapartin.

Martin Lidegaard sigur, at hann er fegin um, at ein loysn er funnin, tí eingin hevur fingið nakað burtur úr boykottinum - hvørki Danmark, ES ella Føroyar.

Uttanríkisráðharrin sigur, at av tí at ES-stongsilin hevur fylt so nógv í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar seinasta árið, hava stundir ikki verið til at viðgjørt føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í WTO, men hetta málið verður nú tikið uppaftur.

Hoyr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen gjørdi við Martin Lidegaard.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku í kvøld.

 

Mynd: Martin Lidegaard, utttanríkisráðharri, á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770