Reiðaríið vil hava sáttmála fyri Anitu

28.08.2014 - 12:50
InnlendisSamfelag
Reiðaríið vil hava sáttmála fyri Anitu
Reiðaríið og Fiskimannafelagið tosa saman, men enn er ikki greitt, um sáttmáli verður gjørdur

Reiðaríið hjá garnaskipinum, Anitu, vil gera sáttmála við Fiskimannafelagið um manningina á skipinum.

Tað sigur Sørin Christiansen, reiðari.

Tveir fundir hava verið við Fiskimannafelagið og fundur verður aftur í næstu viku, sigur hann.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, váttar, at partarnir tosa saman, men enn er ikki greitt um sáttmáli verður gjørdur við reiðaríið, sigur hann.

Reiðaríið hevur serligan sáttmála við skiparan, Heina Reinert.

Manningarfeløgini hava heitt á myndugleikarnar um at taka veiðiloyvið frá Anitu. Tað málið liggur á borðinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Eitt mál ímóti skipinum er í rættinum. Skiparin er skuldsettur fyri seks brot á kunngerðina um garnaveiðu.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454