Næraberg er sloppin í íslendska havn

29.08.2014 - 09:37
Innlendis›Samfelag
Næraberg er sloppin í íslendska havn
Reiðarin skilir ikki íslendsku støðuna, tí fleiri íslendsk skip fiska í grønlendskum sjógvi, og tey landa í Íslandi

Næraberg, sum fekk maskinskaða í gjár, er nú komin í íslendska havn, og teir sleppa at umvæla motorin, men myndugleikarnir vilja hvørki loyva skipinum at bunkra ella fáa proviant.

Næraberg fiskar makrel av eini royndarkvotu í grønlendskum sjógvi, men tað er óreguleraður fiskiskapur, siga íslendskir myndugleikar.

Íslendingar loyva ikki skipum, sum fiska av óreguleraðum fiskastovnum, at sleppa í havn. Men tað skilir Hanus Hansen, reiðari, ikki tí, bæði íslendsk og grønlendsk skip fiska av somu royndarkvotu, og tey hava landað í Íslandi.

Hoyr samrøðu við Hanus Hansen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723